Innskriving í Lítlaskúla fer fram á oyðublaði, sum er á breddanum til høgru.
Forskúli
Sum meginregla verður tikið inn í teirri raðfylgju, sum børn eru meldaði til. Tó arbeiða vit eisini eftir hesum leistinum:
- Miðað verður eftir at kynsbýtið er javnt í flokkinum
- Systkin hava framíhjárætt
- Børn hjá starvsfólkum hava framíhjárætt
- Í Lítlaskúla er umráðandi, at øll fáa eitt hóskandi og mennandi tilboð, og tí verða børn við serligum tørvi tikin inn eftir umstøðunum.
- Sum meginregla verða einans børn, sum ætla at halda fram í 1. flokki og víðari tikin inn í forskúlan.
Øll tey uppskrivaðu verða boðin til samrøðu. Samrøðan fer at snúgva seg um, um hetta er rættað tilboðið fyri barn og foreldur.
Fult er í forskúlanum til skúlaárið 24/25. Møguligt er at skriva seg á bíðilista við at útfylla innskrivingarskjalið.
Eisini ber til longu nú at skriva børn upp til forskúla í 25/26.
1. flokkur
Børn í forskúlanum hava framíhjárætt at flyta upp í 1.flokk. Um pláss er, taka vit eisini nýggjar næmingar í 1.flokk. Mannagongdin er tann sama sum upptøkan til forskúlan, sí omanfyri.
Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til skúlan á litliskuli@skulin.fo ella við at ringja á tlf.755090.
Eldri flokkar
Einstøk pláss eru tøk í summum av eldru flokkunum. Um tú ynskir at skriva barnið inn á eitt eldri floksstig, skalt tú bara seta set í samband við skúlan.